Tíðindi

  • Heðin Zachariasen heldur røðu | Mynd: Sunda kommuna
  • Jógvan Mørkøre heldur røðu | Mynd: Sunda kommuna
  • Ragnhild letur gávur upp | Mynd: Sunda kommuna
  • Ragnhild Mørkøre og Heðin Zachariasen | Mynd: Sunda kommuna
  • Silrið, Eyðgerð og Karin | Mynd: Sunda kommuna

30 ára starvsdagur

07.05.2020

Fríggjadagin 1. mai 2020 hevði Ragnhild Mørkøre 30 ára starvsdag

Í tí sambandi var hátíðarhald fyri henni í Hósvíkar skúla í dag hósdag 7. mai, har familja og starvsfelagar vóru við.

Ragnhild byrjaði sum skrivari í Hósvíkar kommunu í 1990 og í 2005 kom hon at starvast í Sunda kommunu eftir at kommunurnar í Sundalagnum løgdu saman.

Til hátíðarhaldið hildu Heðin Zachariasen, borgarstjóri og Jógvan Mørkøre, fyrrverandi borgarstjóri røður. 

Heðin Zachariasen, borgarstjóri, handaði Ragnhild eina gávu frá kommununi og segði hann m.a. soleiðis í røðu sínari til Ragnhild:

"Ragnhild er sera arbeiðssom, viljasterk, ærukær og álítandi, hevur góð evnir at vera saman við sínum starvfeløgum, dugir væl at umgangast onnur fólk og borgarar sum koma á skrivstovuna har eitt hvørt skal avgreiðast.

At arbeiða í einari kommunalari fyrisiting, sum býráðsskrivari við fleiri ymiskum uppgávum og í tøttum samstarvi við borgarstjóran man nokk vera spennandi og ikki minst avbjóðandi. Kommunu politikkur er samansettur av fleiri ymiskum áhugamálum, ymiskum persónum og skiftandi borgarstjórum, sum kunnu vera sera ymiskir, onkrir minni avgjørdir og aðrir meira avgjørdir, sum so eisini krevur at ein dugir at finna rætta stevið og arbeiðs háttin.

Ragnhild hevur evnini og dugir sera væl at liva upp til alt hetta, dugir sera væl at skipa arbeiðið, at samstarva, koma við røttu viðmerkingum og veit sera væl, nær neyðugt er at siga hvat ein kann og hvat ein ikki kann. Hetta er ein styrki fyri umsitingina og ein styrki og tryggleiki fyri borgarstjóran. Tað hevur kanska ikki altíð veri líka nemt, men hetta hevur tú dugað sera væl við tínum góða og vinarliga framgangsmáta. Takk fyri góð og viðkomandi ráð og vegleiðingar hesi árini vit hava starvast saman.

Fari vegna býráðið og sum borgarstjóri takka tær fyri, at tú hevur verið bulurin í kommunala arbeiðinum seinastu 30 árini.

Hjartaliga tillukku við 30 ára starvsdegnum."

Seinastu tíðindi

18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
27
feb
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu