Tíðindi

Væleyndaður ruddingardagur í frástøðu

16.05.2020

Sera nógv fólk møttu til ruddingardagin í Sunda kommunu.

Hetta er eitt afturvendandi famlijuvinarligt tiltak, har bygdafólk rudda í sínum nærumhvørvi. Hóast korona tilmælini so eydnaðist dagurin sera væl.

Serligt í ár var, at Fisk&Kips bilurin hjá Sjógæti og Streetfood bilurin hjá Ruben Busk komu við mati til øll tey sum høvdu ruddað. 

23. mai fara fólk við Gjógv eisini at rudda.

Vit takka fyri, at tit møta so væl upp til ruddingardagin og eru so røsk at rudda í bygdunum í Sunda kommunu.

Myndir frá ruddingardegnum 2020 síggjast her:

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl