Tíðindi

Tónleikur í fokus í Garnhúsinum

18.05.2020

Hey allur okkara ungdómur í Sunda kommunu. Hevur tú hug at syngja ella spæla ein sang inn í studio? Spælur tú okkurt instrument? Tímir tú at syngja? Ella hevur tú okkurt gott hugskot til eitt lag?

Frá í morgin, týsdagin 19.mai 2020 og inntil summarferiuna, fara vit at seta fokus á sangskriving og tónleik sum heild. Vit byrja við at Danny (kendur frá Danny and the Veetos) kemur at hava eina konsert fyri okkum, longu í morgin. Hann fer eisini at fortelja eitt sindur um hvussu hann skrivar sangir og kanska koma við onkrum ráðum til hvussu man skrivar eitt tónleika hitt!

Komandi vikurnar, fer eisini onkur annar tónleikari at koma á vitjan og hava ”workshop” í sangskriving. Tá vit hava skrivað eitt lag - antin einsamøll ella í bólki - enda vit verkætlanina við at spæla og syngja inn í studio.

So nú er bara at fara í gongd við at skriva ein tekst, gera eitt lag, ella finna uppá eina kula solo á instrumentinum, og so gleða vit okkum at hoyra tað og arbeiða víðari við tí.

P.S. Í morgin eru allir flokkar í framhaldsdeildini vælkomnir! Konsertin við Danny byrjar kl 19:50 og vit lata upp kl 18:00.

Síggjast!

Seinastu tíðindi

19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu