Tíðindi

Skráin fyri útivikuna 2020

22.05.2020

Útivika er í Sunda kommunu frá leygardegnum 23. mai til sunnudagin 31. mai.

Vit hava sett saman eina skrá og so at siga okkurt útitiltak er at fara til hvønn dag. Situr tú inni við onkurm hugskotið, so er ikki at halda teg aftur. Send ein teldupost til sunda@sunda.fo og so hevur tú møguleika, at fáa títt tiltak við í skránna.

Gevið gætur! Skráin verður dagførd leypandi, eisini kunnu broytingar koma fyri vegna veður.

Í ár setur tiltakið "Hvør metur telur" hjá Fólkaheilsuráðnum dám á útivikuna. Vit vóna at øll, ung sum eldri, fara ein túr í vikuni. Meiri kunning um tiltakið sæst her.

SKRÁIN 

Leygadag 23. mai

  • Kl. 10.00 Ruddingardagur við Gjógv. Byrjað verður við morgunmati í bygdahúsinum.

 

  • Kl. 10.00-14.00 Komið og plantið trø í Náttúrulundini! Vit fara at planta í sunnara stykkið á Streymoynni. Øll eru vælkomin.

Mánadag 25. mai

  • Kl. 19.00 Kom og royn at rógva við gamla Hvessingi! Vit fara at flota bátin við róðrarneystið í Streymnesi. Tilmelding við sms til tlf:790206 í seinasta lagið kl. 18.00.

Týsdag 26. mai

         Vegna veður er hesin túrur útsettur til 28.05.2020  kl. 18.00

  • Kl. 18.00 verður farið gongutúr niðan á Ørvisfelli. Farið verður frá rulluportrinum í Saksunardali. Túrurin er miðal tungur. 

Mikudag 27. mai

  • Kl. 19.00 Rør teg, ímeðan tú spælir bingo

    Á kondi-bingo gongur tú ein túr, međan tú ert á bingo. Tú kanst ganga fyri teg sjálva/n ella saman viđ øđrum. Pláturnar verđa keyptar viđ Eydnuna á Oyrarbakka, og tølini, sum eru trekt frammanundan, eru sett fram viđ eini ávísari rutu. Međan tú gongur, krossar tú tølini av. Er eydnan viđ tær, so heintar tú vinningin viđ Eydnuna, tá túrurin er liđugur. Hugnaligt, sunt og ikki sørt spennandi.

Hósdag 28. mai

  • Kl. 18.00 verður farið gongutúr niðan á Ørvisfelli. Farið verður frá rulluportrinum í Saksunardali. Túrurin er miðal tungur. 
  • Kl. 19.00 Gang, renn ella súkkla í 30 minuttir. Vit ganga, renna ella súkkla frá Eydnuni norður eftir Streymoyar landinum í 30 min, síðani venda vit aftur til Eydnuna. Øll fara í senn og øll koma aftur í senn! 

Fríggjadag 29. mai

  • Kl. 10.00-17.00 Hvalastøðin við Áir letur upp fyri summarið.

 

  • Kl. 18.00-21.00 Kajakk rógving í Hósvík. Møtt verður á sandinum við bátahylin. Ætlanin er at rógva saman í bólki framm við landi norður eftir forbí kappróðrarneystið. Møguliga ein túr inn í ósan alt eftir flóð og fjøru. Tiltakið er ókeypis.

Leygardag 30. mai

  • Kl. 14.00-20.00 Kom og surfa í Tjørnuvík!

Saman við Faroe Islands Surf Guide bjóðar Sunda kommuna øllum áhugaðum at royna seg sum surfara púra ókeypis leygardagin* frá kl. 14.00 - 20.00 í Tjørnuvík.

Íroknað er frálæra, surfbretti og drakt v.m. í 30 min. Fólk eru eisini vælkomin at taka egna útgerð við.

*Tað kann koma fyri at tiltakið verður flutt til sunnudagin.

 

Seinastu tíðindi

18
mar
Ongin gjøgnumkoyring
18
mar
Fráboðan um fund í Náttúrufrið­ingar­nevndini
27
feb
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
14
mar
IRF ber nýggjar posar út í viku 11 og 12
08
mar
1000 SÍÐUR !
07
mar
Borgarafundur í Tjørnuvík
05
mar
Arbeitt verður uppá lyktapelar­nar í Streymnesi
04
mar
Menningarskeið í palliatión