Tíðindi

Hvalastøðin við Áir letur upp aftur í summar

28.05.2020

Fríggjadagin tann 29. mai letur Tjóðsavnið aftur upp á Hvalastøðini. Opið er hvønn fríggjadag, leygardag og sunnudag frá 10-17.

Hvalastøðin við Áir hjá norsk-skotsku fyritøkuni Christian Salvesen í Leith í Skotlandi byrjaði sítt virki í 1905.

Hon er tann einasta av teimum sjey norsku hvalastøðunum í Føroyum, sum er varðveitt. Hvalastøðin við Áir er ein týðandi og einstakur ídnaðararvur í Føroya søgu.

Verkætlanin at varðveita hvalastøðina við Áir byrjaði í 2011. Hetta arbeiðið er enn í gongd, men til ber kortini at síggja støðina.

Húsini og bygningarnir eru t.d. Ebenezer, Kristnastova, Fugan, Kvernan og Tørkan. Eisini eru beinknúsarar, spøl, lýsitangar, mjølverksmiðja, smiðja og Planurin at síggja. Hús og bygningar standa sum varðar frá einari farnari tíð. Ein framsýning um hval og hvalaveiðu er eisini at síggja inni í Smiðjuni.

Hvalastøðin er ídnaðar- og vinnulívssøgan um Salvesen í Skotlandi, Pf. við Áir, Pf. Sperm og Pf. Hvalarakstur. Tað síðsta virkna felagið á Hvalastøðini var hjá Hermansen-brøðrunum í Hósvík.

Opið er hvønn fríggjadag, leygardag og sunnudag frá 10-17. Byrjað verður fríggjadagin tann 29. mai. Opið er til 30. august. Rundvísing verður 3 ferðir um dagin.

Seinastu tíðindi

09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu
02
apr
VEKS venjingar!