Tíðindi

Díggjvátur endaspurtur á útivikuni

29.05.2020

Útivikan í Sunda kommunu hevur endaspurt nú, og nógv spennandi er á skránni í Hósvík og Tjørnuvík um vikuskiftið.

Í Hósvík verður ókeypis kajakk rógving. Veðrið er av tí allar besta so tað er lagamanni at luttaka.

Skráin fríggjakvøldið 29. mai 2020

  • Kl. 18.00-21.00 Kajakk rógving í Hósvík. Møtt verður á sandinum við bátahylin. Ætlanin er at rógva saman í bólki framm við landi norður eftir forbí kappróðrarneystið. Møguliga ein túr inn í ósan alt eftir flóð og fjøru. Tiltakið er ókeypis.

Leygardagin sleppa øll at royna seg í ymiskum vatnsporti í Tjørnuvík. Aldan verður ikki so stór, men veðrið av tí allar besta. Møguleiki er at surfa, royna paddle boards, snorkul og ymiskt annað. 

Skráin leygardagin 30. mai 2020

  • Kl. 14.00-20.00 Kom og surfa í Tjørnuvík!
    Saman við Faroe Islands Surf Guide bjóðar Sunda kommuna øllum áhugaðum at royna seg sum surfara púra ókeypis leygardagin* frá kl. 14.00 - 20.00 í Tjørnuvík.

    Íroknað er frálæra, surfbretti og drakt v.m. í 30 min. Fólk eru eisini vælkomin at taka egna útgerð við.Takið handklæð og svimjiklæðir við. ... vit hava eisini surf-skateboards til tey, sum vilja cruise’a ein túr gjøgnum bygdina. Aldursmark fyri at surfa er 14 ár.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg