Tíðindi

Námsfrøðingar til Dagstovnin við Kráir

02.06.2020

Søkt verður eftir námsfrøðingum at byrja 10. august 2020, ella eftir nærri avtalu. Talan er um størv á 30-40 tímar um vikuna.

Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:

·            at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.

·            at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk.

·            at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn.

·            at virða tað einstaka barnið.

·            at ferðast nógv í náttúruni.

 

Vit ynskja at tú:

·            ert álítandi og hevur góð samstarvsevni.

·            hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag.

·            undir ábyrgd av leiðslu og í samstarvi við starvsfólkið, vilt verða við til at               mynda og menna námsfrøðiliga umhvørvið við Kráir.

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

 

Dagstovnurin við Kráir

Hvalvíksvegur 74

430 Hvalvík

 

ella

krair@sunda.fo

 

Umsóknarfreistin er hósdagin 25. juni 2020.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í staðin í tíðaravmarkað starv.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn Eldevig Petersen, stovnsleiðara á telefon 297235. Ella á heimasíðuna krair.fo

Seinastu tíðindi

07
jul
Rynkeby - vitjaðu sunda kommunu
07
jul
Broyting í innsavning­ini við Gjógv
06
jul
Flyting av busssteðgistað á Oyrarbakka
03
jul
Øll børn fáa pláss í Hvalvík
03
jul
Norð­ljómur fær egin høli
03
jul
Landsverk vitjaði í Hvalvík
02
jul
Móttøka fyri Rynkeby súkklarum
02
jul
Summartó­nar á Gjáargarði