Tíðindi

Skúla- og hallarvørður til Skúlan og ítróttahøllina við Streymin.

25.06.2020

Í sambandi við bygging av skúla og ítróttahøll, sum skal vera liðug á heysti í 2020 søkir Sunda kommuna eftir skúla- og hallavørði, at byra 1. september 2020 ella eftir nærri avtalu.

Dagliga arbeiðið er skipað í samráð við skúlastjóran og leiðaran á ognardeildini. Eisini kemur viðkomandi at arbeiða tætt saman við verandi skúlavørði.

Virksemið verður í ítróttahøllini eftir skúlatíð – bæði um kvøldið og í vikuskiftinum. Tað er partvíst galdandi fyri svimjihylin í dag eisini. Arbeiði hjá skúla- og hallavørðunum verður skipa soleiðis, at arbeitt verður í skiftum, dagvakt og kvøldvakt, eina viku í senn. Tó skal vera møguligt at gera broytingar eftir tørvi, t.d. tá brúk er fyri báðum í senn.

Høvuðsuppgávur:

  • Arbeiðsøkið umfatar allan Skúlan við Streymin, eisini íroknað ítróttahøll, svimjihyl, fimleikahøll, skúlagarð og uttanumøkið annars, sum hoyrir til skúlan.
  • Hevur ábyrgd av og umsjón við útbúnaði á skúlanum, sum ljósi, hita, saniteti, svimjihyli, ítróttarhøll, undirvísingarútgerð v.m.
  • Hevur umsjón við øllum viðlíkahaldsarbeiði á skúlanum í samráð við formannin fyri Ognareindina hjá Sunda kommunu og annars í samráð við skúlastjóran.
  • Stendur fyri reingerð av ítróttarhøllini og samskipar annars reingerðina í skúlanum.
  • Húsavørðurin skal tola broytingar í uppgávunum.

 

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum førleikum og persónligum eginleikum.

 

Førleikakrøv og persónligir eginleikar til viðkomandi sum settur verður:

  • Útbúgving sum handverkari og annars førleikar innan tøkniligar el stýrisskipanir á skúlanum
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og hevur góð evni at samstarva
  • Kann arbeiða skiftandi arbeiðstíðir
  • Dugur at loysa trupulleikar, tá ið á stendur
  • Fyrikomandi og hevur gott handalag
  • Trívist við broytingum og einum fjølbroyttum gerandisdegi
  • Hevur KT-førleikar á brúkarastigi

 

Setanarviðurskifti:

Starvið verður lønt sambært galdandi sáttmála við Starvsmannafelagið ella Føroya Handverkarafelag.  

Meiri kunning um starvið fæst við at venda sær til Heðin Zachariasen, borgarstjóra á tlf.: 667272 ella skriva teldupost til hedin@sunda.fo.

Samrøðurnar verða ætlandi hildnar í viku 29.

 

Umsókn:

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagið 13. juli 2019 kl. 12.00.

Umsóknir skulu sendast til:
sunda@sunda.fo

ella við posti til:
Sunda kommunu
Oyrarbakkavegur 3
FO-400 Oyrarbakki

Merkið umsóknina “Skúla- og hallarvørður”

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Seinastu tíðindi

07
jul
Rynkeby - vitjaðu sunda kommunu
07
jul
Broyting í innsavning­ini við Gjógv
06
jul
Flyting av busssteðgistað á Oyrarbakka
03
jul
Øll børn fáa pláss í Hvalvík
03
jul
Norð­ljómur fær egin høli
03
jul
Landsverk vitjaði í Hvalvík
02
jul
Móttøka fyri Rynkeby súkklarum
02
jul
Summartó­nar á Gjáargarði