Tíðindi

Hvør skal fáa "ársins herðaklapp 2020"?

04.08.2020

Sunda kommuna hevur nú í nøkur ár givið heiðurslønina "ársins herðaklapp". Heiðurslønin verður givið persóni ella felagsskapi fyri ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gagns fyri borgarar í Sunda kommunu. Heiðurslønin er eitt heiðursbræv, ein gáva við navninum inngraverað og 3.000kr.

Sum vanligt er ætlanin er at handa heiðurin á setanarkvøldinum av mentanardøgunum 10. september 2020 kl.19.00.

Fyri at fáa so nógv uppskot sum gjørligt, at velja ímillum, ynskir trivnaðarnevndin at heita á borgarar um at senda inn uppskot til hvør skal fáa heiðurin í ár.  

Uppskotini skulu sendast inn til sunda@sunda.fo saman við eini grundgeving. Uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir. Nevndin tilskilar sær rætt til at velja í millum innkomnu uppskotini ella ikki at velja nakað av hesum. 

Freistin fyri at senda inn uppskot er týsdagin 25. august kl.12.00.

Tey, sum fyrr hava fingið Ársins Mentanaravrik frá Sunda kommunu eru:

2011 Esmar Dahl

2012 Asfinn Sigvardsen

2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík

2014 Johannes Johannesen

2015 Nicolina av Kamarinum

2016 Hósvíkar róðrarfelag

2017 Leguhúsið í Nesvík

2018 Edmund Joensen

2019 Andrass Midjord   

Seinastu tíðindi

15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
27
feb
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu