Tíðindi

Taka støðuna í størsta álvara

06.08.2020

Í morgun, 6. august 2020, hevur verið fundur við leiðarar á dagstovnaøkinum í Sunda kommunu fyri at fyrireika, hvussu virksemið verður skipað í komandi viku.

Kommunan fylgir støðuni við corona neyvt, og fer komandi dagarnar at taka støðu til um tiltøk skulu setast í verk.

Heitt verður á øll foreldur og starvsfólk um at fylgja tilmælunum um frástøðu og reinføri og at fylgja við á heimasíðuni hjá Sunda kommunu www.sunda.fo komandi dagarnar, tí øll kunning verður løgd út har.

Leiðsla og dagstovnaleiðarar í Sunda kommunu

Seinastu tíðindi

18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
18
apr
Flaggdagshald
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl