Tíðindi

Átøk á eldraøkinum inntil 21. august 2020

07.08.2020

Nú Koronasmittan aftur er staðfest í landinum, er alneyðugt, at hvørt einstakt starvsfólk, og hvør einstakur borgari, eru sera tilvitað um atferð, reinføri og fjarstøðu.

Í fyrstu atløgu gera vit tí fylgjandi inntriv, í eini roynd at fyribyrgja, at smittan rakar okkara eldru borgarar og starvsfólk:

Tað verður ikki møguligt hjá avvarðandi at vitja inn á Korndalsbýlið, Røktarheimið á Mørkini og Heimið á Grønanesi.

Ongar venjingar verða í venjingarhølunum.


Øll starvsfólk, sum skulu á vakt 3-4 dagar fram, verða testaði.


Starvsfólk inni á heimunum, og heima hjá einstaka borgaranum, skulu bera masku í samband við veitan av persónligari røkt.


Hesi viðurskiftir verða galdandi fyribils fram til fríggjadagin tann 21. august 2020.

VEKS

 

Vit eru takksom fyri, at tú – í hesum óvanligu tíðum – ger títt til  at halda Koronasmittuna burtur, bæði frá tínum egna heimi, og frá okkara ellis– og røktarheimum.

Seinastu tíðindi

09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu
02
apr
VEKS venjingar!