Tíðindi

Dagstovnar stongdir í komandi viku - dagført 7. august

07.08.2020

Eftir ætlan skuldu dagstovnarnir á Flatinum, við Kráir og við Stórheygg lata upp eftir summarsteðg mándagin 10. august.

Við óvissuni, sum nú valdar, eftir at korona-smittan aftur er vorðin virkin kring landið, er avgerð tikin um ikki at lata stovnarnar upp, sum ætlað.

Upplatingin verður ístaðin útsett fyribils í eina viku til mánadagin 17. august.

Heitt verður á øll foreldur um, at hava børnini heima, at fylgja tilmælunum um frástøðu og reinføri og at lata seg kanna um minsti illgruni er um smittu.

Eru spurningar ber til at venda sær til Jóannes A. Prestá, fíggjarleiðara og fyrisitingarleiðara á teldupost: joannes@sunda.fo.

Støðan verður eftirmett so hvørt, og kunnað verður á heimasíðuni hjá Sunda kommunu, www.sunda.fo.

 

Heðin Zachariasen, borgarstjóri

 

Dagført 7. august 2020

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl