Tíðindi

Herverk framt í Streymnesi

27.08.2020

Enn einaferð kann kommunan staðfesta, at herverk er framt á gøtuljósini á gøtuni millum Streymnes og Hvalvík.

Tað hevur verið ein afturvendandi trupulleiki við herverki á kommunalar ognir, og í ár er fleiri ferðir framt herverk á gøtulyktirnar, sum standa framvið gongugøtuni millum Streymnes og Hvalvík. Tilsamans hevur kommunan nú áleið 30 ferðir verði noydd, at skifta lyktirnar tí persónar hava framt herverk á tær.

Støðan er ikki haldbar og tí verður málið nú tikið upp. Hendir herverk aftur á lyktirnar, so verður málið meldað til løgregluna. Í ringasta føri verður kommunan noydd at taka ljósini burtur.

Kommunan vil fegin hava at vita frá fólki, um tey halda seg vita hvørjir persónarnir eru, sum fremja herverkið. Fólk verða biðin um, at boða frá hjá kommununi á telefon.: 667271. 

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl