Tíðindi

Umsjónarfólk til ognareindina hjá Sunda kommunu

27.08.2020

Sunda kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum umsjónarfólki til ognareindina, at byrja í føstum starvi skjótast til ber.

Umsjónarfólkið vísir til arbeiðsformannin á ognareindini, Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi og gevur høvi til persónliga og fakliga menning. Tann sum settur verður kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í minni toymum. Arbeitt verður runt um í øllum 11 bygdunum í Sunda kommunu.

Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Útbúgving og royndir

·         Vit søkja eftir handverkara

·         Koyrikort er eitt krav

·         Tað er ein fyrimunur, at hava royndir innan timburarbeiði.

 

Starvið er lønt sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Hevur starvið tín áhuga, so er at senda umsókn, saman við lívsrensli, til:

 

Sunda kommunu

Oyrarbakkavegur 3

400 Oyrarbakki

ella til t-post: sunda@sunda.fo

 

Umsóknin skal vera kommununi í hendi innan mikudagin 9. september 2020.

 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan í Dali, tekniska leiðara, á telefon 297296.

 

Seinastu tíðindi

20
sep
Faldarin til frítíðarundirvísing­ina er komin
16
sep
Tjóðpallu­rin á ferð í Sunda kommunu
16
sep
Sunda kommuna partur av talgildu Føroyum
15
sep
Kvinnu­renning í Hvalvík
15
sep
Avhending av Skúlanum við Streymin
14
sep
Vitjandi á Ellisheimum hjá VEKS
14
sep
Fara í Stakkin leygar­dagin
09
sep
Kunning viðvíkj­andi korona á dagstovnaøkinum