Tíðindi

Kunngerð um burturbeining av lutum og óruddi við bátahylin á Oyrarbakka

27.08.2020

Vísandi til grein 1 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur so verður hervið kunngjørt at økið við bátahylin á Oyrarbakka (sí mynd) verður ruddað eftir 18. september 2020.

Tað er kommunan, sum hevur ábyrgdina av, at órudd ikki liggur og rekst á økjunum í kommununi.

§ 1. Órudd o.a. Ikki er loyvt at lata órudd liggja og rekast. Bý- ella bygda(r)ráðið skal halda almenn pláss, vegir, áir, áarinntøk við veg og rennur rein, meðan avvarðandi eigari skal halda tún og onnur privat uttandura øki rein.    

Stk. 2. Bý- ella bygda(r)ráðið kann geva boð um, at órudd og annað burturkast skal beinast til hóskandi stað, jvb. kunngerð um burturkast.

Eigur tú óviðkomandi lutir á økinum, sum víst er á myndini, við bátahylin á Oyrarbakka skulu teir verða burturbeindir í seinasta lagið fríggjadagin 18. september 2020.

Eigarar sum meta, at teir hava rætt til at hava lutir standandi á tað nevnda øki, verða bidnir um at venda sær til teknisku deild beinanvegin, og lýsa sína støðu.

Ringjast kann til teknisku deild á tlf 297296, í vanligari skrivstovutíð.

Fyri at tryggja, at onki av virði verður burturbeint av óvart, fáa tey, sum hava sett lutir út á almenn økir uttan loyvi, møguleika fyri at koma eftir lutunum og flyta teir á eitt hóskandi stað, áðrenn kommunan fer í gongd við at burturbeina lutirnar fyri eigarans rokning.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg