Tíðindi

Útboð av reingerð

08.09.2020

Reingerð av Skúlanum við Streymin og Dagstovninum á Flatinum verður hervið boðin út.

Samlaða víddin á Skúlin við Streymin, tá ið alt er tikið í nýtslu, verður 3.745 fermetrar, umframt svimji- og fimleikahøll, ið er áleið 800 fermetrar.

Dagstovnurin á Flatinum fevnir um 1035 fermetrar. Av hesum er miðhæddin 712 fermetrar.

Útboðið er í tveimum pørtum, har til ber at bjóða upp á annan ella báðar stovnarnar. Um boðið verður uppá bæði reingerð av Skúlanum við Streymin og Dagstovnin á Flatinum skal tilskilast skal kostnað fyri hvør stovn sær.

Við í tilboðnum skal vera alt tilfar og amboð til reingerð og upplýsast hvørji reingerðarevni og amboð verða brúkt, eins og egið innaneftirlit skal vera innroknað. Koyring til og frá arbeiðsplássinum skal somuleiðis vera innroknað í tilboðið.

Príshækking verður bert framd eftir skjalprógvum Frágreiðingar um vaskingina kunnu fáast við at senda teldupost til joannes@sunda.fo Tilboð kunnu latast inn í afturlatnum brævbjálva ella við at senda teldupost til joannes@sunda.fo Tilboðini skulu vera inni í seinasta lagi 22. september 2020.

Kommunan tilskilar sær rætt til at vraka tilboðini, um nøktandi prísur ella tilfar ikki fyriliggur.

 

Sunda kommuna

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg