Tíðindi

Endurvinn matleivdir við hús!

05.10.2020

Saman við IRF, fer Sunda kommuna undir eina verkætlan at bjóða sínum borgarum eitt sett av Bokashi spannum.

Í einum setti av Bokashi eru tvær spannir og 1kg av kompostger. Í fyrsta umfari eru 50 sett av fyri at meta um hvør tørvurin og áhugin hjá borgarunum er.

Bokashi er ein máti at endurvinna matleivdir við hús. Í bokashi-tilgongdini verður tilfarið (matleivdirnar) súrgað, eins og tá vit súrga mjólk ella grønmeti. Tilgongdin verður kallað fermentering og er anaerobisk. Hvørja ferð, tú koyrir matleivdir í bokashi-spannina, verður kompostger latin omanyvir (Hendan gerin fylgir við bokashi-settinum).

Tá spannin er full, skal hon standa í tvær vikur í innihita, og síðani eru tveir møguleikar at hagreiða bokashi-tilfarið víðari:

·         Tilfarið kann gravast niður í mold (t.d. í eina gamla veltu ella í eina pallerammu)

·         Tilfarið kann leggjast í ein kompostkassa og síðani verða dekkað til við mold.

Allar matleivdir kunnu latast í bokashi-spannina, eisini fiskur og kjøt. Rotta verður ikki drigin at bokashi á sama hátt sum við vanligum komposti. Orsøkin til hetta er, at innihaldið í Bokashispannini hevur eitt sera lágt pH-virði, og rottum dáma ikki súran mat (tær dragast í størri mun at rotnum mati). Tó kann tað henda, at hundur ella fuglur fer at skava í einum kassa við bokashi, um tilfarið ikki er grivið nóg langt niður. Tí verður mælt til at leggja 5-10 cm av mold omanyvir, hava eitt lok yvir ella brúka ein kompostkassa.

Afturat Bokashi-settinum er tað neyðugt, at borgarar hava ein kompostkassa, pallerammu ella møguleika at grava bokashitilfarið niður úti í garðinum.

Hesar treytir eru fyri at fyribyrgja smittuspjaðing frá køks-og matleivdum, sum stava frá djórum, til húsdjór.

·               Køks- og matleivdir skulu vera blivin til sankutøð, áðrenn tey verða brúkt.

·               Sankutøðini skulu brúkast í tí húsarhaldi, har matleivdirnar koma frá, og mugu ikki flytast til onnur støð.

·               Sankutøð mugu ikki brúkast har samband er við húsdjór, tvs. høsn, gæs, seyð, heimalomb osfr.

·               Sankutøð mugu ikki brúkast á landbúnaðarjørð.

Fleiri upplýsingar um sankutøð eru at finna á heimasíðuni hjá HFS um ásetingar fyri privat húsarhald. Les meira her.

Til ber eisini at lesa meira um Bokashi á www.byhaver.dk, og møguleiki er eisini at innlima seg í føroyska facebook-bólkin “Bokashi sankutøð í Føroyum”.

Eitt Bokashi sett frá Sunda kommunu kostar 150kr, restina av kostnaðinum bera Sunda kommuna og IRF. Tey sum eru áhugaði kunnu melda til á leinkjuni her: Melda til her.

Í fyrsta umfari eru 50 sett av fyri at meta um hvør tørvurin og áhugin hjá borgarunum er.

Settini verða útleveraði á kunningarfundi seinni í november 2020.

 

 

Seinastu tíðindi

18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
27
feb
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu