Tíðindi

Brennur tú fyri umhvørvinum?

12.10.2020

Sunda kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum umsjónarfólki til veitingareindina, at byrja skjótast gjørligt.

Umsjónarfólkið vísir til arbeiðsformannin, Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi og gevur høvi til persónliga og fakliga menning. Umhvørvisumsjónarfólki hevur ábyrgd av umhvørvisplássinum, skaðadjóratýning og reinhaldi av kommununi.

Tú verður partur av veitingareindini og kemur eisini at luttaka í dagliga arbeiðinum á eindini.

 

Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Starvið er tímalønt sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Umsókn skal sendast til:

Sunda kommunu

Oyrarbakkavegur 3

400 Oyrarbakki

ella til t-post: sunda@sunda.fo, 

Umsóknin skal vera kommununi í hendi innan hósdagin 29. oktober 2020.

 

Sunda kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir, ella onga at taka.

Vilt tú hava fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Jógvan í Dali, tekniska leiðara, á tlf.: 297296.

Seinastu tíðindi

20
okt
Skrúvað verður fyri vatninum í Streymnesi 21. oktober
19
okt
Spennandi kvøld í Garnhúsi­num fríggjakvøldið 23.oktober
19
okt
Spennandi kvøld í Garnhúsi­num fríggjakvøldið 23.okt.
19
okt
Vallistar til skúla­stýrisvalið
16
okt
Røða borgar­stjórans
16
okt
Myndir frá hátíðarløtuni
15
okt
Stroyming frá hátíðarhaldi í Skúlanum við Streymin
14
okt
Kommunuskrivstovan og umhvørvisplássið stongt