Tíðindi

Stroyming frá hátíðarhaldi í Skúlanum við Streymin

15.10.2020

í dag, 15. oktober 2020 verður hátíðarhald í Skúlanum við Streymin. Stroymt verður beinleiðis frá hátíðarhaldinum á heimasíðuni hjá kommununi.

Bispur vígir skúlan
Tað verður Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, sum vígir Skúlan við Streymin. Orsakað av koronu-tilmælunum er vígslan einans fyri innbodnum.

Vígslan verður stroymd beinleiðis á heimasíðuni hjá Sunda kommunu, og vóna vit at mong nýta høvið at fylgja við hátíðarhaldinum 

Leinkja til stroyming.

Verkætlanin, sum byrjaði 1. desember 2016, er størsta byggiverkætlan í Sunda kommunu nakrantíð. Nýggi skúlin, ið nú rúmar øllum næmingum frá 1.-10 flokk er bygdur saman við verandi skúla og má sigast at skúladepilin nú er vorðin ein sonn arkitektonisk perla í Sundalagnum.

Í skúladeplinum eru nútímans skúlastovur, serstovur, ítróttahøll, svimjihylur, fimleikahøll, musikskúli, bókasavn og stórt miðøki til felagstiltøk.

Seinastu tíðindi

20
okt
Skrúvað verður fyri vatninum í Streymnesi 21. oktober
19
okt
Spennandi kvøld í Garnhúsi­num fríggjakvøldið 23.oktober
19
okt
Spennandi kvøld í Garnhúsi­num fríggjakvøldið 23.okt.
19
okt
Vallistar til skúla­stýrisvalið
16
okt
Røða borgar­stjórans
16
okt
Myndir frá hátíðarløtuni
15
okt
Stroyming frá hátíðarhaldi í Skúlanum við Streymin
14
okt
Kommunuskrivstovan og umhvørvisplássið stongt