Tíðindi

Spennandi kvøld í Garnhúsinum fríggjakvøldið 23.okt.

19.10.2020

Hevur tú onkrar dreymar, sum tú ynskir at røkka? onkur mál, ið tú ynskir at klára?

Komandi fríggjakvøld, kemur Sam Jacobsen at vitja í Garnhúsinum og fortelja okkum, hvussu ein røkkur teimum málum og dreymum sum man setur sær fyri. 

Evnið verður Goal Mapping. 

Síðan 1995 hevur Goal Mapping hjálpt yvir 4 milliónum fólkum at gera dreymar til veruleika.

Goal Mapping er ein einføld og beinrakin leiðbeining til, hvussu tú setir tær mál og røkkur teimum.

Kvinnur og menn sum hava verið á toppinum, hava altíð verið tey, ið dugdu at seta sær mál. Og harvið haft evnir og amboð til at avrika. Goal Mapping er sera væl egnað fyri ung og vaksin. Til ítróttafólk, kropsliga vælveru og kostráðgeving. Til ungdómsfelaskapir, í vinnuni, í skúlum, innan tónleik, ella til munagóð úrslit í gerandisdegnum á øllum økjum.

Goal Mapping hevur hjálpt fólki úr øllum samfelagsstættum at fremja sínar dreymar í verki.

Goal Mappið er tín stuðul og vegleiðing til góðu úrslitini og harvið góða lívið.

 

Vit byrja við pitsa klokkan 19:30, og so verður ymisk spennandi á skrá, inntil kl 23.00.

 

Síggjast!

 

Leiðarin

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl