Tíðindi

Broyting í býarplaninum fyri Sunda kommunu

03.03.2021

Kunngerð um broyting í býarplaninum fyri Sunda kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boða frá, at býráðið í Sunda kommunu á býráðsfundi tann 22.02.2021 hevur samtykt, at gera niðanfyristandandi broytingar í býarplaninum fyri Sunda kommunu.

Broyting í býarplaninum fyri økið í markatalsbygdini við Gjógv umfatar:

Frá H (Frílendi) verður: Partur av matr. nr. 6 og nr. 10 broyttur til B (Bústaðarøki)

Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð.

Frá mikudegnum 03.03.2021 til mánadagin 24.03.2021 báðir dagarnir íroknaðir.


Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, skulu verða handað skrivliga til Sunda kommunu í seinasta lagi 14.04.2021.

 

Oyrarbakki tann 03. mars 2021                                                              Sunda kommuna        

 

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg