Tíðindi

Námsfrøðiligir stuðlar til Skúlan við Streymin

06.04.2021

Námsfrøðiligir stuðlar, at seta í starv skjótast gjørligt fram til summarfrítíðina 18.06.21

  • 1 starv 10 tímar um vikuna, at arbeiða hósdag og fríggjadag frá kl.8.00.-12.30 í serflokk.
  • 1 starv 20 tímar um vikuna, at arbeiða mánadag.-fríggjadag frá kl.8.00.-12.00 í serflokk.

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðlum, sum:

  • Helst hava royndir innan serøkið
  • duga at samstarva
  • eru fyrikomandi
  • sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini í einum nýliga samanløgdum skúla
  • hava áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir:

Námsfrøðiligu stuðuls tímarnir í skúlanum verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag eftir hesum lønarflokkum:

  • námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-21
  • námsfrøðingar í sertilboði verða løntir í lønarflokki 13, 15, 17, 19 og 21
  • hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-8

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 14. apríl 2021  kl. 12.00.

Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: svs@svs.fo

Nærri  kunning um størvini fæst við venda sær til Sonni Djurhuus, skúlastjóra, á tlf. nr. 212084, ella við at senda teldupost til sonni.oli.djurhuus@skulin.fo

Í Skúlanum við Streymin ganga 242 næmingar í 1. – 10. flokki í samanlagda Skúlanum við Streymin. 30 lærarar og 5 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.

 

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg