Tíðindi

Skrivstovunæmingur til Sunda kommunu

10.06.2021

Sunda kommuna er ein kommuna í støðugari menning og framgongd. Vit ynskja tí at styrkja um umsitingina og søkja eftir einum ágrýtnum skrivstovunæmingi, sum kann byrja eftir summarfrítíðina.

Í umsitingini hjá Sunda kommunu starvast átta fólk umframt borgarstjóran. Sum skrivstovunæmingur  hjá okkum verður tú knýtt/-ur at móttøkuni, har arbeiðsuppgávurnar eru bæði fjølbroyttar og fakliga avbjóðandi. Tú sleppur eisini at royna teg á hinum deildunum og fært kunnleika til øll øki í umsitingini.

Um teg ynskja vit, at tú:

  • Hevur miðnámsútbúgving
  • Hevur áhuga og hegni til fyrisitingarligt arbeiði
  • Ert ágrýtin, álítandi og hevur hug at læra
  • Arbeiðir miðvíst, dugir væl við fólki og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
  • Hevur góðan telduførleika og dugir væl at skriva og orða teg á føroyskum.

Vit bjóða:

  • Eina breiða skrivstovuútbúgving innan fyrisiting
  • Ein spennandi arbeiðsdag har tú kanst seta tín dám á uppgávurnar og umhvørvið
  • Eitt lærupláss, har tú fært neyva upplæring innan kommunala umsiting og innlit í ymisk fakøkir

Setanarviðurskifti

Lærutíðin verður fastløgd eftir tínum prógvum og starvsroyndum. Partur av lærutíðini er skúlagongd.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til fíggjar- og fyrsitingarleiðaran í Sunda kommunu á 297205 ella joannes@sunda.fo

Skrivlig umsókn, saman við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast talgilt til sunda@sunda.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 28. juni 2021. Merkið umsóknina “Skrivstovunæmingur”

 

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl