Tíðindi

Broyting í býarplaninum fyri Sunda kommunu

14.06.2021

Kunngerð um broyting í býarplaninum fyri Sunda kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boða frá, at býráðið í Sunda kommunu á býráðsfundi tann 31.05.2021 hevur samtykt, at gera niðanfyristandandi broytingar í býarplaninum fyri Sunda kommunu.

Broyting í býarplaninum fyri økið í markatalsbygdini Oyrar bygd umfatar:

Frá F (Alment fríøki) verður: Partur av matr. nr. 26x broyttur til B (Bústaðarøki).

 

Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð.

Frá mánadegnum 14.06.2021 til mánadagin 05.07.2021 báðir dagarnir íroknaðir.

 

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, skulu verða handað skriftliga til Sunda kommunu í seinasta lagi 26.07.2021.

 

Oyrarbakki tann 14. juni 2021

Sunda kommuna

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg