Tíðindi

Kom við í skránna til mentanardagar!

15.06.2021

Situr tú inni við einum góðum hugskoti til mentanardagarnar í Sunda kommunu, so hevur tú nú møguleikan at fáa títt tiltak við í skránna.

Tíverri blivu mentanardagarnir í fjør avlýstir, men vit ætla at koma sterkt aftur við Mentanardagar 2021, sum verða í døgunum 9. til 18. September. Eins og undanfarin ár ynskja vit, at mentanardagarnir verða savnandi og at tiltøk verða hildin runt um í allari kommununi.

Vit vilja tí bjóða øllum, sum hava hug og áræði, at koma við sínum ískoyti til mentanardagarnar. Øll tiltøk eru vælkomin, einans hugflogið setur mørk.

Kommunan samskipar dagarnar og ger faldara í samband við mentanardagarnar, ið verður borin í hvørt hús í kommununi.

So sita tit inni við einum góðum hugskoti, sum tit ynskja at fáa við í skránna eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við Hildur Durhuus, trivnaðarsamskipari, á tlf. 538145 ella hildur@sunda.fo, í seinasta lagi 9. juli 2021.

Lat okkum saman skapa nakrar spennandi mentanardagar

Seinastu tíðindi

24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
22
mar
Vinnuparkering