Tíðindi

Bókaframløga

23.06.2021

Sunnudagin 11. juli kl. 16:00 verður framløga av bókini ”Tey búsettust á Oyrabakka” eftir Sólgerð Andreassen og Annfinn Danielsen, á Torginum í Skúlanum við Streymin.

Hetta er ein bók um fyrstu fólkini, sum búsettu seg á Oyrarbakka. Fólk komu ymsastaðni frá í Føroyum og høvdu sínar siðvenjur og mentan við sær. Orsøkin til, hesa tilflytingina var, at fólk kundu keypa sær eina trøð at velta og so byggja á økinum. Tað var friðarligt, høgligt og vakurt í Sundalagnum. Men lívið hevði tó sínar avbjóðingar, og mong fingu eina harða lagnu. Flestu menn vóru sjómenn, og havið var mangan náðilseyst, og tað vóru tuberklarnir eisini, so fleiri mistu síni kæru. Men lívið mátti livast og einki var ein sjálvfylgja. 

Í bókini kanst tú lesa um, hvussu fólkið búleikaðist, um sjólívið, heimalívið og hendingar, sum teimum vóru fyri. Les um vegagerð, fyrstu bilarnar á Oyrarbakka, samferðslu á sjónum, rutubátar og rutubilar, skúlagongd, kirkju o.m.a. Nógvar myndir eru at hyggja í bókini og góðar søgur frá eftirkomarum. 

Skráin fyri tiltakið sæst her

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl