Tíðindi

Síðsti arbeiðsdagur hjá "ung í arbeiði" á hesum sinni

02.07.2021

Seinastu tvær vikurnar hava 45 ung arbeitt fyri kommununa. Tey hava verið ófør og nógv er komið burturúr - millum annað hava tey ruddað rundanum skúlan við Streymin, gjørt gøtu í Haldórsvík og við Norðskála, málað, hjálpt til á dagstovnunum og mangt annað.

Í góðveðrinum mikudagin, vóru vit ein túr runt og tóku nakrar myndir av arbeiðinum, sum var í gongd tá. Nakrar myndir eru eisini frá løtuni í skúlagarðinum í Hósvík seinnapartin í dag, tá kommunan bjóðaði teimum ungu til grillaðar pylsur og burgarar.

Vit takka fyri í ár og ynskja teimum ungu eina góða summarferiu.

Seinastu tíðindi

19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu