Tíðindi

Leiðari fyri frítíðarundirvísingina settur

21.07.2021

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur góðkent at Thordis Dahl Hansen, verður sett sum leiðari fyri frítíðarundirvísingina í Sunda kommunu

Á býráðsfundi 31. mai 2021 samtykti býráðið, at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og heita á Uttanríkis- og mentamálaráðið um at góðkenna setan av Thordis Dahl Hansen sum leiðara fyri frítíðarundirvísingina.

Thordis er útbúgvin lærari og skúlabókavørður. Starvið sum leiðari fyri fríðtíðarundirvísingina er parttíðarstarv og Thordis fer at røkja starvið við síðurnar av sínum dagliga yrki sum lærari á Skúlanum við Streymin.

Aðaluppgávan hjá leiðarinum er at tryggja at kvøldskúla tilboðið í kommununi mennist, og at lærugreinirnar eru fjølbroyttar og áhugaverdar fyri bæði kyn og allar aldursbólkar.

Thordis verður formliga sett frá 1. August, men er longu farin í gongd við at gera skránna og finna undirvísarar til skeiðini.

Ætlanin er at skráin verður liðug um mánaðarskiftið august/september. Tá skráin er liðug verður hon løgd á heimasíðuna og faldari verður borin til øll húski í kommununi.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg