Tíðindi

  • Mynd: Jens Kristian Vang
  • Mynd: Jens Kristian Vang

Mentanardagar 2021: Sofus Debes Johannesen fekk ársins herðaklapp

10.09.2021

Á setanarløtu hóskvøldið varð avdúkað, at Sofus Debes Johannesen fekk heiðurin "Ársins herðaklapp 2021" frá Sunda kommunu.

Trivnaðarnevndin hevur valt millum øll tey innkomnu uppskotini. Grundgevingin fyri at geva Sofus Debes Johannesen heiðurin ljóðaði soleiðis:

Ársins herðaklapp 2021 fær Sofus Debes Johannesen, fyri sítt trúfasta arbeiði fyri Gjáar bygd, Sunda Judofelag og EB/Streym.

Við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 3.000kr. og gáva úr føroyskum gróti, sum myndar brúnna yvir Streymin og gjónna við Gjógv.

Sofus var burturstaddur á degnum, so systir hansara Johanna Vang møtti í hansara stað.

Trivnaðarnevndin valdi eisini at heiðra bókini "Tey búsettust á Oyrarbakka" sum Sólgerð Andreassen og Annfinn Danielsen góvu út fyrr í ár.

Sólgerð Andreassen skipar fyri einum tiltakið á mentanardøgunum, ið hon kallar "Tey búsettust á Oyrarbakka" sum verður á Torginum í Skúlanum við Streymin sunnudagin 12. september kl 16:00.

Les meira um skránna fyri mentanardagarnar her.

Seinastu tíðindi

18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
27
feb
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu