Tíðindi

Mentanardagar 2021: Spennandi og sermerkt listaframsýning í Hósvíkar skúla

10.09.2021

Sunda kommuna hevur bjóðað 6 av Føroya fremstu listafólkum at sýna fram í Hósvíkar Skúla á Mentanardøgunum 2021.

Tey eru: Tove Askham, Ann Mari Dam, Bárður D.C., Astri Luihn, Jóna Rasmussen og Kári Svensson.

Tað, sum er sermerkt og spennandi, er at listafólkini sýna fram grafikk, ein myndlistagrein við langari traditión í Føroyum, við pionerum sum Elinborg Lützen og Janus Kamban.

Í dag eru eisini nýggjari teknikkir sum digital prent, og samstundis verða eldri teknikkir varveittir, sum linoprent, træprent, etjingar ( koparprent ) og steinprent, sum verða atsíggja á framsýningini.

Tey sum sýna fram eru øll limir í ListGraFo. Hetta fyrsta stóra felags framsýning hjá teimum, við heili 62 orginal verkum.

Framsýning letur upp í dag, leygardag 11. september kl. 11:00 – 16:00

Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu sigur nøkur orð og setir framsýningina

Framsýningin er opin allar gerandisdagar í komandi viku frá 9 – 16.

Vælkomin kl 11 leygardagin 11.september til eina annarleiðis og áhugaverda listaframsýning.

Seinastu tíðindi

19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu