Tíðindi

2 Námsfrøðingar til Dagstovnin á Flatinum

22.09.2021

Vit søkja:

  • eitt barnsburðarfarloyvisstarv á  32 t. pr. viku at byrja 18. okt’21  fram til sept ‘22 og
  • eitt starv 20 tímar pr viku fram til jóla, har møguleiki er at fáa aðrar leysar tímar, at byrja skjótast tilber. Pr 1. jan’22 er møguleiki fyri  40 tímar pr. viku. Bæði størvini eru á barnagarðstovunum.
     

Á Flatinum ganga 90 børn í aldrinum 0 – 9 ár og vit eru 22 starvsfólk. Opið er frá 7.00 – 17.00. Vit hava 2 vøggustovur, 2 barnagarðsstovir, 1 stova við teimum 6 ára gomlu og 1 frítíðarstova við 1. 2. og 3. fl. 

Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar, bæði innan og uttandura, hvør stova er ein sjálvstøðug vælútgjørd eind, umframt eitt stórt felags rørslurúm, viðtaluhølið, og ymisk verkstøð.  Okkara stóra spælipláss er stimrandi fyri allar sansir, og stovnurin liggur sera væl fyri t.d.  beint við haga og fjørðu, við skúla, fimleikarahøll, svimjihøll og góðum busssambandi.

Á stovninum leggja vit dent á viðurkennandi námsfrøði. Vit arbeiða útfrá okkara námsætlan og virðisgrundarlagið, har rørsla, útilív og spæligleði  er í hásæti og vit brúka Betri Vinir sum eitt námsfrøðiligt amboð.

Vit kunnu bjóða: eitt áhugavert starv, har tíð er sett av til fyrireiking, eisini saman við hinum námsfrøðinginum á stovuni. Har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi, og har tú saman við dugnaligum starvsfólkum  ert við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvi á einum stovni, har karmarnir eru sera góðir inni, sum úti. 

Vit ynskja: at tú kanst skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum – at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagaðar og foreldur – at tú sært møguleikar fram um forðingar, – ert nærverandi, kreativ/ur og positiv/ur; og dámar væl at verða úti í náttúruni.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett.    

Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum  at frætt frá tær. 

Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.  

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Rosu Prestá leiðara á tlf. 297247 ella Sunnrid Eyðunsdóttir varaleiðara á tlf. 288405 ella vitja okkum á www.flatinum.fo 

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 5 okt og sendast til flatinum@sunda.fo 

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl