Tíðindi

Burturbeining av leivdum frá fletting

27.09.2021

Visti tú, at leivdir frá fletting dálka sera illa? IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.

Eitt tað mest dálkandi at brenna hjá IRF eru seyðaskinn. Av hesi orsøk verður heitt á fólk at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara. Les meira um krøvini frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni viðvíkjandi endurnýtslu av seyðaskinnum her. 

Búnaðarstovan hevur skipanina viðvíkjandi stuðli til seyðaskinn um hendi.

Tak niður reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn.

Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða burturbeindar á rættan hátt.

Soleiðis verjir tú umhvørvið:

  • Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu — tað dálkar illa at brenna tey. Sí nærri kunning hesum viðvíkjandi á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. 
  • Tøm vemburnar — tað dálkar at brenna fullar vembur.
  • Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.
  • Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í vanligu bingjurnar.

Hví dálkar tað at brenna leivdir frá flettingini?

Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig.  Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá flettingini koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.

Umhvørvisplássið

Í sambandi við slaktið er umhvørvisplássið við Streymin eisini opið mánadagar í oktober. Tað vil siga 4. oktober, 11. oktober, 18. oktober og 25. oktober.

Í oktobur er umhvørvisplássið við Streymin er opið soleiðis:

mánadag 14:00-16:00

týsdag, hósdag og fríggjadag 14:00-16:00

mikudag 14:00-18:00

leygardag 13:00-17:00

Seinastu tíðindi

18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
27
feb
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu