Tíðindi

Koppsetingartoymi vitjar aftur á Oyrarbakka

13.10.2021

Mikudagin 20. oktober verður aftur møguligt at koppseta seg í Skúlanum við Streymin.

Fólk, sum hava fingið sær tíð, verða koppsett millum 15.30 og 16.00. Støkk inn koppseting verður í skúlanum frá 17.00 - 18.00. Inngongd er sunnanfyri.

Eisini verður støkk-inn koppseting í Hólmahúsinum á Eiði kl. 13.00 til 14.00

Til ber at bóka tíð á https://koppseting.corona.fo/ 

Onkur av teimum sum blivu koppsett seinast koppsetingartoymi var á vitjan í Sundalagnum, hava nokk fingið sms við tíð til seinna prikið á Landsjúkrahúsinum. Til ber at avlýsa hesa tíðina og biða um nýggja tíð á Oyrarbakka tann 20. oktober.

Tey ið hava fingið fyrra prikið, skulu hava gula koppsetingarkortið við. Tað skulu ganga í minsta lagi 21 dagar frá fyrstu koppseting til 2. prik.

Seinastu tíðindi

18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
18
apr
Flaggdagshald
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl