Tíðindi

Jóltrøini verða tendrað 1. og 2. desember

25.11.2021

Jólatrøini í kommununi verða tendrað mikukvøldið 1. desembur og hóskvøldið 2. desembur

Mikukvøldið kl. 18.00 verður træið á handilsøkinum við Norðskála tendrað og kl. 20.00 verður træið við Gjógv tendrað.

Hóskvøldið verða trøini tendrað soleiðis: kl. 18.00 í Hósvík, kl. 19.00 í Hvalvík, kl. 20.00 í Haldórsvík og kl. 21.00 í Tjørnuvík.

Til øll tiltøkini spælir Eiðis Ljómfelag, borgarstjórin tendrar trøini og prestur heldur røðu. Jólamenninir koma við pakkum til børnini og okkurt gott verður eisini til tey vaksnu.

Grundað á framhaldandi høgu korunu smittutølinum, verður ikki boðið inn til drekkamunn aftaná, men okkurt gott verður at fáa uttandura.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg