Tíðindi

Boð til børnini, sum sita í sóttarhaldi

29.11.2021

Jólamaðurin hevur frætt at tað eru nøkur børn í Sunda kommunu, sum sita í sóttarhaldi og ikki sleppa við tá jólatrøini verða tendrað: mikudagin 1. desember við Norðskála og við Gjógv, og hósdagin 2. desember í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík og Tjørnuvík

Jólamaðurin ynskir at gleða øll børnini, eisini tey, ið eru sjúk ella sita í sóttarhaldi. Hann hevur tí biðið nakrar hjálpsamar jólavættrar um at bera pakkarnar heim til tey, ið ikki hava møguleika at møta upp tá jólatræið verður tendrað.

Kennur tú onkran, sum er sjúk/-ur ella situr í sóttarhaldi, ella ert tú sjálv/-ur ein av teimum – vinarliga boða jólamanninum frá í seinasta lagi mikudagin 1. desember kl. 12:00.

 

Seinastu tíðindi

18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
18
apr
Flaggdagshald
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl