Tíðindi

Fíggjarætlan fyri 2022 samtykt

29.11.2021

Býráðið í Sunda kommunu samtykti á býráðsfundi í kvøld fíggjarætlanina fyri 2022 við 2. viðgerð.

Barnafrádrátturin hækkar úr kr. 6.000 til kr. 6.500. Skattaprosentið verður framvegis 21,5 %, meðan dagstovnagjøldini verða tey somu sum undanfarin ár.

Mettu skattainntøkurnar fyri 2022 eru 74,8 mió kr., umframt eftirlønarskatt á 18,4 mió. kr., sum samanlagt geva 93,2 mió kr.

Rakstrar-, løgu- og útlánsætlanin (RLÚ) hjá Sunda kommunu í 2022 verður mett til 5,5 mió. kr Harafturat kemur avdráttur á 6,2 mió. kr. Hetta verður fíggjað av innistandandi.

Nettoraksturin fyri 2022 er mettar til 79.3 mió. kr., ið er 3,4 % hægri enn á fíggjarætlanini fyri 2021. Har ímillum eru nakrar raðfestingar, ið ikki verða mettar at vera afturvendandi og tí eftir ætlan ikki koma at ávirka raksturin ár eftir ár.

Á fíggjarætlanini fyri 2022 eru kr. 17,6 mió. kr. settar av til íløgur.

Vit fara komandi dagarnar at lýsa íløgurnar og ætlanirnar nærri við smáum tíðindastubbum á heimasíðuni www.sunda.fo 

Fíggjarætlanin 2022 kann lesast her

Seinastu tíðindi

19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu