Tíðindi

Ein góð byrjan uppá 2022

29.12.2021

Fólkaheilsuráðið hevur nú fyri triðju ferð gjørt nakrar álmanakkar til børn, ung og vaksin, sum hava nøkur uppskot til, hvussu tú frá 1.-31. januar 2022 kanst vera virkin og gera okkurt gott fyri kropsligu og sálarligu heilsuna.

Seinastu longu tíðina hevur tað tykist, sum tað er nógv, ið vit ikki hava tamarhald á rundan um okkum, og tí er týdningarmikið at minnast til tað, sum vit kunnu hava ræði á. At vera virkin er eitt av tí, og tí er álmanakkin eitt gott amboð til at gera nakrar smáar gerðir hvønn dag, sum eru við til at styrkja sálarligu heilsuna. Sunda kommuna hevur í mong ár verið partur av ABC fyri sálarliga heilsu, ið Fólkaheilsuráðið stendur fyri. Frá gransking vita vit, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga, er við til at verja og styrkja sálarligu heilsuna. Somuleiðis vita vit, at fólk, sum í stóran mun eru virkin á nógvar ymsar mátar, í størri mun hava kenslu av vælveru og betri sálarligari heilsu enn tey, sum ikki eru virkin.

Kommunan vil tí eggja øllum sínum borgarum til at loypa út í tað og fáa eina góða byrjan uppá árið við at vera virkin, saman og hugbundin. Fólkaheilsuráðið hevur gjørt álmanakkar til bæði vaksin, ung og børn sum íblástur og hugskot til hvussu tú kanst vera virkin í januar. 

Álmanakkarnir

Hvønn dag í mánaðinum vísir álmanakkin á, hvussu ber til at vera virkin uppá ymiskar mátar, ið hava jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna. Vit vita, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga, er fyrsta stigið til at betra um sálarligu heilsuna og verja og varðveita góða sálarliga heilsu og tí eggja vit til, at vera virkin uppá nógvar ymiskar mátar.

Álmanakkarnir eru til ávikavist børn, ung og vaksin og kunnu takast niður sum pdf. ella mynd. Teir innihalda eina rúgvu av hugskotum til, hvussu tú hvønn dag í oktober kann gera nakrar smáar gerðir, sum kunnu styrkja tína sálarligu heilsu og gera, at tú kennir teg betri fyri.

Tað er upp til tín, um tú vilt fylgja uppskotunum hvønn dag, av og á, brúka álmanakkan sum íblástur, ella um tú hevur tíni egnu hugskot til, hvussu tú vilt vera virkin í januar. Tað eru tær smáu gerðirnar sum telja, men tess meira virkin tú ert á ymiskar mátar, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna.

Tú kanst heinta álmanakkarnar niðanfyri:

Tak VIRKIN JANUAR 2022 BØRN niður sum pdf her

Tak VIRKIN JANUAR 2022 UNG niður sum pdf her

Tak VIRKIN JANUAR 2022 VAKSIN niður sum pdf her

 

 

 

 

Seinastu tíðindi

24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
22
mar
Vinnuparkering