Tíðindi

Arbeiðið at gera venjingarmiðstøð við Margáir farið í gongd

17.01.2022

HPH Smíð og RenoVent skulu standa fyri arbeiðinum at rigga niðaru hæddina av ítróttarhúsinum við Margáir til venjingarmiðstøð.

Á sumri 2021 samtykti býráðið í Sunda kommunu, at niðara hæddin av felagshúsinum við Margáir, skuldi nýtast til venjingarmiðstøð. Talan er um eitt høli á 240 fermetrar við tilhoyrandi vesi og skiftingarrúmum, ið eru sett av til endamálið. Arbeiðið at seta á stovn og reka venjingarmiðstøðina, bleiv boðið út alment, og tá varð avtala gjørd við Burn um at standa fyri tilboðnum.

Hølini, har venjingarmiðstøðin skal vera, eru púra rá og óinnrættaði, so áðrenn Burn kann byrja sítt virksemi, skulu tey riggast til og innrættast til endamálið. Síðsta heyst bleiv arbeiðið at gera hølini klár boðið út, og við árslok 2021 gjørdi kommunan avtalu við Sp/f HPH Smíð og Sp/f RenoVent um at standa fyri arbeiðnum.

Arbeiðið at innrætta hølini er nú farið í gongd, og gongst sum ætlað letur nýggja veningarmiðstøðin við Margáir upp komandi summar.

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl