Tíðindi

Verkætlanarstarv sum býarplanleggjari

03.05.2022

Sunda kommuna fevnir um 11 bygdir og landafrøðiliga er hon ein av størstu kommunum í landinum. Hetta skapar møguleikar, og setur eisini krøv til býti og skipan av ymsu økjunum. Kommunan hevur sett sær fyri at gera heildarætlanir innan býarplanlegging, útstykkingar, vetrarfriðing, vinnuøkir, ferðavinnu v.m.. Sunda kommuna ynskir samstundis, at ganga undan á grønu leiðini og hevur eisini í hyggju at orða ein umhvørvis og orkupolitik.

Sunda kommuna hevur sostatt nógvar ætlanir og uppgávur fyri framman. Í tí sambandi søkja vit eftir einum býarplanleggjara, ið saman við umsitingini og býráðnum, skal tekna, menna og gera býarskiparnarligar ætlanir fyri alla kommununa.

Vit bjóða:

  • Eitt avbjóðandi og sjálvstøðugt verkætlanarstarv sum býárplanleggjari.
  • Eitt starv har har tú kemur at arbeiða við býarskipan og heildarætlanum, byggisamtyktum - at gera nýggjar og tillaga galdandi byggisamtyktir.
  • Eitt starv har tú hevur møguleika at mynda arbeiðsleistin og kanst ávirka einkultu uppgávurnar frá byrjan til enda.

Um teg ynskja vit, at tú:

  • Ert útbúgvin arkitektur, verkfrøðingur, byggifrøðingur ella líknandi.
  • Ert áhugað/-ur í at arbeiða í einum politiskum umhvørvi.
  • Gongur undan og megnar sjálvstøðugt at skapa úrslit.
  • Dugir at arbeiða við ArcGis, AutoCad ella líknandi tekniforritum.
  • Ert opin, útvend/-ur og hevur góð samstarvsevnir.
  • Hevur kunnleika til kommunala fyrisiting og journalskipanina 360, men hetta er ikki eitt krav.

Setanarviðurskifti:

Talan er um eitt tíðaravmarkað starv at byrja 01. september 2022 fram til 30. juni 2023.

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Akademikarafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lillian Jacobsen, tekniska leiðara í Sunda kommunu á tlf. 29 72 20

Umsókn

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og øðrum viðkomandi skjølum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 01. juni kl. 12.00.

Umsóknir skulu sendast til sunda@sunda.fo 

Merkið umsóknina ”Býarplanleggjari”

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

Seinastu tíðindi

17
mai
Ruddingardagur 2022
17
mai
Broyttar upplatingartíðir í ungdóms­húsinum
16
mai
Námsfrøð­ingar til Dagstovnin við Kráir
16
mai
Ferðslu­trygdin við Streymin verður nú bøtt
14
mai
Umhvørvisplássið stongt í dag leygar­dagin
13
mai
Opin listaverkstaður í Tjørnuvík
12
mai
Lærara og stuðulsstørv í Skúlanum við Streymin skúlaárið 2022/­2023
12
mai
Seyðurin av bønum 14. mai