Tíðindi

Skráin fyri Eldradagin 2022

26.04.2022

Nú nærkast til árliga eldradagin, ið verður í Eydnuni á Oyrarbakka hósdagin 28. apríl. Vit eru um at verða klár og vóna at tit gleða tykkum eins nógv og vit.

Skráin fyri tiltakið er hendan:

kl. 9.30 morgundrekka í Eydnuni á Oyrarbakka

  • Jógvan Kruse, borgarstjóri bjóðar vælkomin
  • Heilsa og gerandisdagur hjá føroyingum 75 ár og eldri - Maria Skaalum Petersen, granskari innan eldraøkið
  • Rørsla í gerandisdegnum - Niklas Reginsson, NB Fyisoterapi
  • Kirkjan og tey eldru - prestarnir í kommununi

kl. 12.00 Ruben Busk borðreiðir við døgurða

  • Eldrapolitikkur og trivnaðartilboð í Sunda kommunu - Jógvan Kruse, formaður í VEKS og Eyðstein Zachariasen, formaður í trivnaðarnevndini
  • Eldraráð - Alfred Olsen
  • Lívið sum eldri í Sunda kommunu - Hansa Fjallstein

Saggi, Erling og Gunnar fara at spæla undir til felagssang gjøgnum dagin. Tiltakið endar áleið kl. 14.

Tiltakið er ókeypis, og ætlað borgarum í Sunda kommunu, ið eru 60 ár og eldri.

Tilmelding

Síðsta freist at melda til er í dag, týsdag 26. apríl. 

Til ber at melda við at trýsta HER ella við at til kommununa á tel. 66 72 71.

Seinastu tíðindi

23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
22
mar
Vinnuparkering
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík