Tíðindi

  • Borgarstjórin saman við arbeiðsmonnum í Sunda kommunu

Borgarstjórin er farin í arbeiðsklæðini

05.05.2022

Í dag eru 11 sjálvboðin úr 6 ymiskum londum farin til verka sunnan fyri Haldórsvík. Tey fara at gera eina vakra og góða rás, so størsti og kendasti fossurin í landinum, verður lættari atkomuligur hjá vitjandi.

Á triðja sinni er Sunda kommuna við í Closed for Maintenance átakinum, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.

Í arbeiðstoyminum, ið er komið til sundalagið í gjár, eru 11 sjálvboðin úr ávikavist Svøríki, Danmark, Írlandi, Katalonia, USA og Føroyum. Ímillum teirra er eisini borgarstjórin, Jógvan Kruse, sum var skjótur at fara í arbeiðsklæðini og hjálpa til við arbeiðnum.

Gula toymið, sum er farin til verka við Fossá

Uppgávan í ár er at gera eina høgliga gøtu frá landsvegnum niðan undir niðara fossin við Fossá. Fossá er eitt av nógv vitjaðu ferðamálunum í Føroyum. Flestu teirra, ið vitja har, ganga niðan undir fossin fyri at taka myndir. Av tí at tað lendi er sera grýtut og tað ikki er ein týðilig rás niðan, hevur verið gingið allastaðni í økinum og nakað av slitið sæst ymsastaðni í lendinum.

Ætlanin er tí at gera eina góða rás, sum bæði ger tað tryggari og meira ómakaleyst at sleppa nær at fossinum, og samstundis fyribyrgja óneyðugt slit. Saman við hagastýrinum, hava arbeiðsmenn hjá Sunda kommunu eyðmerkt skilabestu leiðina. Rásin verður ruddað, drenað og í einkultum støðum verða trin gjørd. Uppi undir fossinum, har flest fólk stilla seg at taka myndir, skal plattur gerast av timbri, soleiðis at vøllurin ikki slítist og undirlagið verður svansut.

Her skal platturin byggjast

Hagastýrið fegnast um hetta átakið, sum teir vænta, fer at skipa gongdina í økinum betur.

Umstøðurnar hjá vitjandi við Fossá eru annars góðar, har er gjørdur ein dvalarviki, so til ber at seta bilin. Fyri nøkrum árum síðan gjørdi kommunan eisini eitt borð og stabbar úr gróti við vegjaðaran, so fólk kann seta seg niður at njóta útsýnið.

Til Closed for Maintenance átakið í 2019 gjørdu Sunda kommuna og tey sjálvbodnu eina trappu niðan á Ovara Næsa við Gjógv, og í september í fjør varð hampa um fyrsta strekkið av gøtuni millum Tjørnuvík og Saksun.

Seinastu tíðindi

19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu