Tíðindi
Seyðurin av bønum 14. mai
12.05.2022
Bøgarðarnir (her í millum hegn) skulu vera í seyðahøgum standi 14. mai, tá seyðurin fer av bønum.
Hegnsýnisnevndin hevur umsjón við gørðunum, og eru viðurskiftini ikki í lagi, fáa eigararnir boð um hetta. Heitt verður tí á øll, ið varða av jørð, um at síggja til, at garðarnir eru í lagi, nú teir skulu tæna sínum endamáli – at halda seyðin burtur frá bø og bygd.
Allir garðar eru skrásettir í kort sum greitt vísir hvør hevur ábyrgd at halda garðarnar í bygdunum. Kortið sæst her.
Seinastu tíðindi
17
mai
Ruddingardagur 2022
17
mai
Broyttar upplatingartíðir í ungdómshúsinum
16
mai
Námsfrøðingar til Dagstovnin við Kráir
16
mai
Ferðslutrygdin við Streymin verður nú bøtt
14
mai
Umhvørvisplássið stongt í dag leygardagin
13
mai
Opin listaverkstaður í Tjørnuvík
12
mai
Lærara og stuðulsstørv í Skúlanum við Streymin skúlaárið 2022/2023
12
mai