Tíðindi
Lærara og stuðulsstørv í Skúlanum við Streymin skúlaárið 2022/2023
Skúlin við Streymin søkir eftir fakliga dugnaligum og samstarvssinnaðum lærarum og stuðlum skúlaárið 2022/2023.
Skúlin hevur serliga tørv á lærarum, sum kunnu undirvísa í tónleiki, alis/evnafrøði og í sertilboðnum
Hesi lærarastørv og verða lýst leys at seta skúlaárið 2022/2023:
- 3 tíðaravmarkaði lærara størv (hádeild/miðdeild)
- 2 tíðaravmarkaði lærara størv (serflokk)
- 1 tíðaravmarkað lærara starv, har endaliga tímatalið verður ásett 01. oktober
- 1 tíðaravmarkað lærarastarv vegna barnsburð
Hesi stuðulsstørv eru leys at seta frá 18. august 2022 til Skúlan við Streymin:
- 2 tíðaravmarkaði námsfrøðilig størv á brøkin 0,65 (miðdeild)
- 1 tíðaravmarkaði námsfrøðilig størv á brøkin 0,75 (serflokk)
Søkt verður eftir lærarum og stuðlum, sum:
- vilja undirvísa í miðdeild, hádeild og serflokki
- duga at samstarva og vilja at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
- eru fyrikomandi, sýna jaligan hugburð og hava áræði til at taka ábyrgd
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørv verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjamálaráðið. Námsfrøðilig størv eru lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann annar umsøkjari setast í tíðaravmarkað starv, sum hjálparfólk skúlaárið 22/23. Barnaváttan verður kravd frá 01. juni 2022
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast í telduposti til: jens.pauli.g.nolsoe@skulin.fo merkt “Starv 22/23” í seinasta lagi hósdagin 26. mai 2022 kl. 13.00
Nærri fæst at vita um størvini hjá Jens Paula G. Nolsøe, skúlastjóra, á tlf.. 223260, ella við at senda ein teldupost til: jens.pauli.g.nolsoe@skulin.fo
Komandi skúlaár ganga 205 næmingar í 1. - 10. flokki í Skúlanum við Streymin - nærri kunning á www.svs.fo