Tíðindi

  • Kenneth Varpe

Opin listaverkstaður í Tjørnuvík

13.05.2022

Sunnudagin 15. mai letur Kenneth Varpe, dyrnar upp til listafólkabústaðin í Tjørnuvík, og bjóðar bygdarfólki og øðrum áhugaðum inn at síggja listina hann arbeiðir við.

Kenneth Varpe hevur seinasta mánaðin hildið til í listafólkabústaðnum í Tjørnuvík, har hann hevur arbeitt við málningum, ið skulu sýnast fram á eini framsýning hjá Haugesund Kunstforening í Norra á heysti 2023.

Sunnudagin 15. mai kl. 15.00 - 17.00, letur Kenneth dyrnar upp til listafólkabústaðin og bjóðar bygdarfólki og øðrum áhugaðum inn at síggja tað hann hevur arbeitt við, meðan hann hevur verið í Tjørnuvík. Kenneth sigur at málningarnir ikki eru lidnir, men at fólk eru vælkomin inn at síggja arbeiðið, sum er í gongd.

Kenneth Varpe (1978, Noreg) er útbúgvin BA Hons i Fine Art Painting frá Grays School of Art & Design, og MA i Fine Art frá Chelsea College of Art & Design. Hann hevur teknað og arbeitt við video og innsetingarlist, men seinastu árini, og meðan hann hevur verið í Føroyum, hevur hann serliga arbeitt við málningum.

Listafólkabústaðurin í Tjørnuvík – Eitt stað til skapan og hugsavnan

30. mai 2014 skrivaðu Sunda kommuna og LISA (Listafólkafólkasamband Føroya), undir samstarvsavtalu um, at listafólk kundu nýta Tjørnuvíkar skúla. Tað var kommunan, sum bjóðaði LISA húsini at nýta sum listafólkabústað, og sambært sáttmálanum umsitur LISA húsini, ið kunnu leigast føroyskum og útlendskum listafólki til listaligt virksemi, skapan, hugsavnan og líknandi í eina viku upp í tríggjar mánaðir. Starvsnevndin í LISA ger av, hvør fær tillutað uppihald í listafólkabústaðnum.

Tilboðið hevur verið sera væl móttikið. Hesi átta árini skúlin í Tjørnuvík hevur verið listafólkbústaður, hava listafólk úr nógvum londum og innan alskyns listagreinar búleikast og virka har. Tað at listafólkini búgva har í eitt longri tíðarskeið, ger at tey verða meira enn eitt ferðafólk og fella inn í bygdini. Tað hendir seg mangan at listafólkini ynskja at geva okkurt aftur til øki - tað kann vera at lata dyrnar upp fyri vitjandi, sum Kenneth Varpe, ger komandi sunnudag, lata eina gávu, undirvísa ella skipa støkkuptiltøk fyri bygdarfólkunum.

Í síðsta mánað handaði Wilma Vissers úr Hollandi, Jógvani Kruse, borgarstjóra eina tekning, sum takk fyri tíðina hon hevði búð í listafólkabústaðnum íTjørnuvík

Sunda kommuna er einasta kommunan, sum hevur ein tílíkan listafólkabústað, og vit fegnast um at hendan slóðbrótandi verkætlanin, í eini so lítlari bygd sum Tjørnuvík, hevur víst seg at vera ein sólskinssøga. 

 

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl