Tíðindi

Ferðslutrygdin við Streymin verður nú bøtt

16.05.2022

Á farleiðini við Streymin hava verið fleiri ferðsluóhapp seinastu nógvu árini. Sunda kommuna hevur áhaldandi heitt á mynduleikarnar, um at gera okkurt við trygdina á hesum vegastrekkinum.

Gott samskifti er millum Sunda kommunu og Landsverk um at finna eina varandi loysn á ferðslutrygdini á vegamótunum. Landsverk upplýsir, at fyrireikandi arbeiðið til eina varandi loysn er sett ígongd, og at arbeiði gongur eftir ætlan.

Sum eina átrokandi men fyribils ábót, verður ferðin á landsvegnum við Streymin í næstum sett niður á 60 km/t. Um alt gongur eftir ætlan, verður hámarksferðin á vegastrekkinum sett niður á 60 km/t í juni 2022.

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl