Tíðindi

Broyttar upplatingartíðir í ungdómshúsinum

17.05.2022

Ungdómshúsið hjá Sunda kommunu, ið heldur til í niðaru lon í Skúlanum við Streymin, fer aftur til at hava opið fríggjakvøld.

Ungdómshúsið fer framyvir at hava opið týskvøld 18.00 - 22.00 og fríggjadag kl. 18.00 - 23.00.

Fyrr í ár flutti ungdómshúsið, ið fyrr helt til í Garnhúsinum á Oyri, upp í nýggjum hølum í niðaru lon í Skúlanum við Streymin. Her húsast ungdómshúsið í nýumvældum hølum, saman við e-nám og tónlistaskúlanum Norðljómi.

Leiðarin av ungdómshúsinum, Jórunn Gudmundsen, sigur at tey eru fallin til í nýggju hølunum. Tey ungu eru ófør at vitja tá húsið hevur opið og tey trívast væl.

Øll ung í 8. flokii og upp til 18 ár eru vælkomin í ungdómshúsið. Hava tit spurningar ella líknandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við leiðaran, Jórunn Gudmundsen á tlf. 29 72 95.

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl