Tíðindi

Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini

03.06.2022

Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini

Týsdagin 7. juni 2022 kl. 16:00

Møtt verður á Rættarvegi við Toftatún í Hósvík.

Til viðgerðar: Umsókn frá stigtakarum um loyvi at gera gøtu fram við eystara áarbakka við Toftá, frá Toftum og niðan á Fløtugøtu, á matr. nr. 2a, Hósvíkar bygd.

Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.

Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing).

Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.

Kristjan Martin Joensen, sýslumaður

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl