Tíðindi

Skráin fyri Sundalagsstevnuna komandi vikuskifti

12.06.2022

Nú nærkast til Sundalagsstevnuna, sum verður í Hvalvík komandi vikuskifti, 17. til 19 juni. Stóri dagurin verður leygardagin, men nøkur tiltøk eru eisini á skránni fríggjakvøldið og sunnudagin.

Skráin fyri Sundalagsstevununa:

Fríggjadagin 17.06.2022

Kl. 17.00-19.00: Familju-summarmøti við grilling og hugna í missiónshúsinum í Hvalvík.

Kl. 19.00-22.00: Handilin hjá Hallfríð letur upp Undir Hamri 11 og klædnahandilin Gunnvá hevur støkk-upp-handil sama stað. Í samband við upplatingina spælir Signar í Homrum nøkur løg kl. 1930. Okkurt leskandi verður at fáa.

Leygardagin 18.06.2022

Kl. 11.00: Bindiklubbakappróður

Kl. 12.00-19.00: Skótarnir selja vaflur og kaffi í hølinum hjá Sundalags Bátafelag á kaiini. 

Kl. 13.00: Kappróður. Eftir seinasta róður handar Jógvan Kruse, borgarstjóri, steyp og heiðursmerki á kaiøkinum.

Kl. 13.00-20.00: Handilin hjá Hallfríð og støkk-upp-handilin hjá Gunnvá hava opið.

Kl. 13.00-19.00: Sølubásar í tjaldinum á kaiøkinum har ymiskt handaligt verður til keyps. Møguleiki verður hjá børnum at læna glúpar, hoppibond og krit. 

Kl. 13.00-18.00: Matsmiðjan v/ Ruben Busk selir vælumtóktu burgararnar á kaiøkinum.

Kl. 13.00-18.00: Fisk&Chips-bilurin hevur opið á kaiøkinum.

Kl. 13.00-20.00: "Gerandishetjur" úr Hvalvík og Streymnesi í hølunum hjá Áway á kaiøkinum. Framsýning um ymisk kvinnubrot. Á skránni verður eisini fyrilestur og upplestur. Kostnaður 50 kr. Sí nærri skrá á Facebook. 

Kl. 15.30: Rógvi B. Dam gyklar fyri børnum í tjaldinum á kaiøkinum. 

Kl. 16.00: Signar í Homrum framførir nøkur løg við tjaldið á kaiøkinum.

Kl. 09.30-22.30: Fótbóltsdystir við Margáir og í Hólmanum á Eiði. Dystaryvirlit sæst á ebstreymur.fo/komandi-dystir

Kl. 19.00: Dystur við Margáir í Betri-deildini hjá monnum millum EB/Streym og Víking. 

Kl. 19.00: "Vinn eina kúgv". Neytamykjukapping í skúlagarðinum í Hvalvík. Puntar kunnu keypast frá Eyðstein Zachariassen.

Kl. 22.00-00.00: Syngi-við-kvøld í tjaldinum á kaiøkinum. Á skránni verður suppa og felagssangur við fylgispæli. Jákup E. Petersen, prestur, flytir fram røðu. Eftir røðuna verður stevnu-quiz.

Sunnudagin 19.06.2022

Kl. 10.00: Dypp á Hvalvíksoyruni. Aftaná verður kaffi og te at fáa á Torginum í Streymnesi.

Kl. 12.00: Útigudstænasta við Jákupi E. Petersen, presti, í viðarlundini í Hvalvík. Áðrenn gudstænastuna verður ein drekkamunnur at fáa í viðarlundini. 

Kl. 13.00-20.00: "Gerandishetjur" úr Hvalvík og Streymnesi í hølunum hjá Áway á kaiøkinum. Framsýning um ymisk kvinnubrot. Kostnaður 50 kr. Sama skrá sum leygardagin. Sí nærri á Facebook.  

Seinastu tíðindi

19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu