Tíðindi
Próvhandan til frítíðarsiglarar
22.06.2022
Í gjár var próvhandan á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka. Sjey mans og ein kvinna fingu handað prógv fyri at hava staðið dugnaskapsroyndina fyri frítíðarsiglarar.
Í fleiri ár hevur Frítíðarundirvísingin í Sunda kommunu bjóða dugnaskapsroyndina fram sum lærugrein. Áhugin fyri at luttaka á hesum skeiðnum er altíð góð, og tilboðið verður aftur á skránni hjá Frítíðarundirvísingini komandi heyst.
Tey sum fingu prógv eru: Annika Jacobsen, Torleif Clementsen, Mikkel Lohse, Jóannes Dalsgaard, Poul Laksafoss, Fróði Festirstein Nielsen, Kim Durhuus og Hans Christian Petersen.
Sunda kommuna ynskir teimum øllum hjartaliga til lukku við próvnum.
Seinastu tíðindi
30
mai
Alment útboð uppá gerð av nýggjari brúgv um Stórá
30
mai
Tíðaravmarkað starv sum námsfrøðingur í Hósvíkar skúla
30
mai
Ung í arbeiði 2023
23
mai
Tekniskur leiðari í Sunda kommunu
22
mai
Námsfrøðingur til Dagstovnin við Kráir
11
mai
Námsfrøðingar til dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
26
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
26
mai