Tíðindi

Tillutan av hallartímum

06.07.2022

Freistin at søkja um venjingartímar í Ítróttarhøllini við Streymin fyri veturin 2022/2023 er 1. august 2022

Sunda kommuna hevur evstu ábyrgd av útleigan av Ítróttarhøllini við Streymin. Skúlin hevur tó ábyrgdina frá kl. 8.00-15.00. Eftir hetta verða hallartímar tillutaðir til ítróttarfeløg og onnur.

Ítróttarfeløg í kommununi hava fyrimun og hallartímar verða fyrst og fremst tillutaðir til virksemi, sum vanliga er innandura.

Venjingar fyri børn og ung hava framíhjárætt til tímarnar frá 15.00 - 18.00.

Umsókn um tímar fyri veturin 2022/2023 skal sendast til sunda@sunda.fo innan 1. august 2022

Tillutan av føstum hallartímum verður tillutað av Trivnaðarnevndini í Sunda kommunu eftir tilmæli frá umsitingini. Tey, ið søkja um tímar, fáa svar eftir fyrsta trivnaðarnevndarfund, sum verður eftir summarfrítíðina.

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl